JN

Maðurin, sum tyrlan leitaði eftir er fluttur á Landssjúkrahúsið

...

2016-05-22 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fyrr í kvøld fekk løgreglan eina fráboðan frá einum føroyskum manni, sum var farin ein túr í hagan, at hann hevði brúk fyri hjálp.

Maðurin var tá staddur á Kirkjubøreyni. Løgreglan fekk sent boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fann mannin eftir lítlari løtu, og flutti mannin á Landssjúkrahúsið. 

Maðurin ringdi til løgregluna, tí hann kláraði ikki sjálvur at ganga til hús aftur. Maðurin hevur sukursjúku, og tá ið toka og myrkur hótti, helt hann tað vera best at boða frá støðu síni.

Tyrlan er nú komin aftur á flogvøllin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder