2017-05-06 07:42

Tað var beint eftir klokkan eitt í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður lá á vegnum, og bløddi illa.
Av løgreglustøðuni verður sagt, at bæði sjúkrabilur og politibilar fóru beinavegin á staði.
Hendingin fór fram í vesturbýnum í Havn við Landavegin. Vakthavandi sigur við jn.fo, at løgreglan hevur handtikið tveir persónar í málinum, men løgreglan vil gjarna hava at vitnir venda sær til løgregluna, tað kunnu tey gera á 114, tí løgreglan heldur, at tað er onkur gerningsmaður ið gongur leysur enn.
Støðan var kritist hjá manninum. ið er stungin fleiri ferðir og hevur fleiri løstir, tí var hann alt fyri alt fluttur á Landssjúkrahúsið til skurðviðgerð. Støðan er stabil í løtuni.
Løgreglan veit enn ikki hvat fyri vápn er brúkt til at stinga mannin við, løgreglan ger kanningar á staðnum. har eru løgreglufólk og løgregluhundar ið kanna staðið í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald