2015-09-29 00:17
KVF: Ein maður fyrst í 20-unum er skuldsettur fyri harðskap í samband við, at tvey ung fólk vórðu álopin í klubbagarðinum í Havn umleið klokkan fýra sunnumorgunin.
Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini. 18-ára gamla gentan, ið varð álopin um vikuskiftið, fylgdist við einum vinmanni, sum tann skuldsetti eisini leyp á.
Gentan fekk skaða í annað eygað. Nú skal kannast, um skaðin, sum gentan fekk í eygað, tá hon varð álopin, er varandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald