2015-08-03 04:56
Maður, kona og eitt barn í barnagarðsaldri vórðu bjargað úr brennandi húsvogni, við Hrafnagil í Eyjafirði í dag, sum er tætt við Akureyri í Íslandi, tað skrivar www.ruv.is
Eldurin var mestur í fortjaldinum, tí gjørdist tað so trupult at koma út, men tað eydnaðist við góðari hjálp frá fólki, sum vóru á campingplássinum, at fáa tey trý úr vogninum.
Húsvognurin kolaðist upp áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.
Sum skilst, so eru tey sloppin merkiliga væl frá hendingini.
Les meira HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald