2017-09-11 14:21

Ein maður hjá IRF bleiv í dag raktur av knívi ella øðrum hvøssum luti og illa skorin í annað beinið. ??happið hendi, tá hann savnaði ruskposa inn frá privatum húsarhaldi, har okkurt hvast lá í. Maðurin varð seymaður hjá kommunulækna.
IRF vísir á, at maðurin eins væl hevði kunnað stungið seg aðrastaðni og fingið mein fyri lívið, um hann var raktur øðrvísi.
IRF heitir staðiliga á øll viðskiftafólk síni um at hugsa seg væl um, hvat tey lata í ruskposan, so tílíkt ikki endurtekur seg. Knívar og størri hvassir lutir skulu latast á kommunalu bingjuplássini. Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn teir verða latnir í posan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald