2018-01-26 20:03

Klokkan 08:46 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fara eftir einum manni, sum var farin í hagan eftir seyði. Boðini ið vóru, var at maðurin møguliga hevði brotið beinið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir manninum, sum var staddur Norði í Dølum í Vestmanna. Tyrlan flutti mannin á flogvøllin, har hann síðani bleiv koyrdur til Havnar á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald