2018-05-20 22:17

Fyrr í kvøld fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður hevði gingið seg fastan í fjøllunum omanfyri Múla.
Tyrlan bleiv boðsend af fara eftir manninum, hon fór av flogvøllinum klokkan 22:22. Hon tók fjallabjargarar umborð í Havn. Síðani fór hon til Klaksvíkar eftir einum manni, sum hevði havt samband við mannin ið hevði gingið seg fastan omanfyri Múla.
Tað eydnaðist teimum at bjarga manninum sum var óskaddur. Hann er í skrivandi stund umborð á tyrluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald