2018-03-11 17:38

Kl. 14.10 fekk Løgreglustøðin í Havn boð frá Rituni, at teir høvdu brúk fyri skjótari hjálp - Ritan var tá stødd á Kirkju, har ein maður, sum skuldi umborð á Rituna fór niður í millum.
Teir fingu fatur í manninum, og fóru beinanvegin at arbeiða uppá hann - MRCC sendi boð eftir bjargingartyrluni, sum tá var stødd í Klaksvík - Bjargingartyrlan førdi mannin á Landssjúkrahúsið í Havn, men eina løtu eftir at maðurin kom á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður.
Maðurin var um 60-ára aldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald