2018-01-29 19:00

Hervið verður lýst til eykaaðalfundar, sambært viðtøkum felagsins. Árligi eykaaðalfundurin verður mikukvøldið 14. februar kl. 19:00 í 07 Vestur-húsinum.
Síðan 2016, hevur vanligi aðalfundurin við nevndarvali verið framskundaður til um heysti, ímeðan roknskapurin verður viðgjørdur og samtyktur á eykaaðalfundi í seinasta lagið í februar.
Á regluliga eykaaðalfundinum er skráin hendan:
Val av fundarstjóra
Framløga av rokniskapi og fíggjastøðu til góðkenningar
Val av granskoðara
Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan eykaaðalfundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald