Lýsing

Lýst verður til aðalfund hjá Skipara- & Navigatørfelag

....

2017-11-29 17:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aðalfundur felagsins verður hildin í hølum felagsins, Smærugøta 9A, hósdagin tann 28. desember 2017 kl. 10.00 .


Sambært §7, stk. 3 og 4, í lógum felagsins, so hava limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, høvi til at greiða brævatkvøðu
til nevndarval á skrisvovu felagsins.

Atkvøðast kann við brævi, teir seinastu 3 mánaðirnar framman undan aðalfundinum.
Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári
3. Framløga og støðutakan til roknskapin
4. Val av nevndarlimum 
5. Val av grannskoðara 
6. Ásetan av limagjaldi 
7. Innkomin uppskot til lógarbroyting
8. Ymiskt 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder