Mentan

Lyon hevur útgávukonsert á Reinsarínum

...

2015-07-21 01:42 Author image
placeholder

Lyon hevur útgávukonsert á Reinsarínum og hevur bjóðað Lover Lover at hitað upp.

Lyon kom buldrandi á føroyska tónleikapallin í 2010, tá hann vann árligu Singer/Songwriter kappingina, sum var hildin í Kafe Kaspar.

Í 2014 vann hann tónleika kappingina Sement saman við vágabólkinum The Colour Storm.

Hetta kvøldi, 23. Juli, hevur Lyon útgávukonsert. Hetta er fyrsta útgávan frá gøtumanninum, og á fløguni eru 11 løg. Talan er um tónleik, sum hevur røtur í 60???ara surf rokki, blues og klassiskum tónleiki.

Við sær á pall hevur hann: Per Ingvald Petersen, Mattias Kapnas, Karl Andrias Stóra og Esmar Palla Fagraberg.

Upphitingin kemur frá Lover Lover, ið er electro/poppbólkur mannaður við Filipi Mortensen og Peturi Háberg.
Bólkurin varð stovnaður í mars 2013. Longu í apríl mánaði sama ár vórðu boð send eftir ???Lover Lover???, ið skuldi til Danmarkar at spæla sína fyrstu konsert saman við Eivør Pálsdóttir. Síðani hevur ???Lover Lover ??? spælt nógv í Føroyum og uttanlands.
Bólkurin varð eisini tilnevndur ársins nýggi bólkur á Faroese Music Awards í 2014, og hóast teir ikki komu heim við einum forbrendum glasfiguri, ja so tóku teir hjørtuni á áhoyrarunum við heim.
Eyðkent fyri teir báðar í bólkinum er, at teimum dámar at hava áhoyaran við, og av tí sama verður nógv snakkað og reypað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder