???Nú fornermi eg kanska Sjúrð Skaale???, segði Árni Gregersen í kjakinum týskvøldið. Tað gjørdi hann ikki ??? men myndin, sum hann og Eirikur Lindenskov málaðu, var ikki heilt røtt
Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov søgdu nógv rætt í kjakinum um fólkatingssessirnar í KvF týskvøldið.
Endamálið við sessunum er kámari nú, enn tað hevur verið. Vit velja tvey umboð á fólkating, tí hetta ting í gomlum døgum setti lógir í verk fyri Føroyar. Men reelt hava vit í dag nærum fult lóggávuvald í Føroyum, og á tann hátt eru fólkatingssessirnir minni viðkomandi.
Men á felagsøkjum hevur Danmark formliga lóggávuvaldið, og at ein føroyingur, í tøttum samstarvi við umsitingina í Føroyum, syrgir fyri at lógir á hesum økjum verða avgreiddar sum tær skulu, hevur týdning. Í nevndarviðgerðini av føroyskum málum havi eg fleiri ferðir bæði forðað misskiljingum og syrgt fyri, at neyðug atlit verða tikin til føroysk sjónarmið.
Hvat annað?
Teir báðir hava kortini rætt í, at viðgerðin av føroyskum málum ikki fyllir hvønn arbeiðsdag alt árið. Langt ífrá. Tí má hvør einstakur føroyskur fólkatingslimur sjálvur seta sær onnur mál og uppgávur, um tað skal geva meining.
Orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur eitt fólk at røkja sessin burturav er júst, at møguleikarnir at nýta hann til onnur ting eru stórir.
Eitt er tá trupul mál eru á skránni ??? sum til dømis makrelstríðið. Tá kann umboðið á Fólkatingi virka sum ein forlongdur armur hjá føroyskum myndugleikum ??? um teir ynskja tað.
Møguleikar eru eisini fyri sjálvur at taka politisk mál upp, og fáa tey loyst í samstarvi við viðkomandi danskar ella føroyskar myndugleikar. Javnaðarflokkurin hevur loyst eina rúgvu av málum á hendan hátt.
Tað ber eisini til at gera greiningar og fáa nýggja vitan til vega. Javnaðarflokkurin hevur gjørt ikki færri enn 13 umfatandi kanningar av ymiskum viðurskiftum. Harumfamt hava vit skipað fyri fleiri ráðstevnum. Vitan er fortreytin fyri at kunna taka góðar avgerðir, og í summum førum hevur hetta arbeiðið havt ítøkiligar broytingar við sær.
Tætt samstarv við føroyskt vinnulív og mentanarlív er eisini nakað, vit hava lagt stóran dent á ??? og hava fingið góð, ítøkilig úrslit burturúr.
Harumframt er tað ein uppgáva at røkja sambandið við útisetar og at umboða Føroyar, føroyska vinnu og føroyska mentan í Danmark og aðrastaðni.
Einki av hesum er nakað krav, men sessurin kann brúkast til tað ??? um hann verður røktur fulla tíð.
Pengar
Í sendingini var fleiri ferðir tosað um teir pengar, sum fólkatingsmenn hava fingið til vega. Tað virkaði sum um, at hetta var ein høvuðsuppgáva. Veruleikin er, at tað hevur fylt sera lítið.
Mann skal ikki misbrúka sína makt, tá mann sum eg situr við eini nokkso avgerandi atkvøðu. Men mann skal sjálvandi brúka hana. Politikkur snýr seg hóast alt um at fáa ávirkan. Og mangur maður hevur beiskliga angrað, at hann ikki brúkti maktina, tá hann hevði hana.
Eg havi kortini næstan bara brúkt mína støðu til at seta reint politisk krøv ??? t.d. í sambandi við makrelstríðið.
Vit hava okkara egnu fíggjarlóg, og tað skulu vit virða. Tí setti eg ??? hóast eg hevði møguleikan fýra ferðir ??? bara EINA ferð krøv til donsku fíggjarlógina. Og tá var tað við krøvum um fígging til verkætlanir, sum føroyingar HAVA søkt um stuðul til uttanlands.
Tað var alt gjørt í samráð við allar viðkomandi partar í Føroyum.
Luxuslív
Eirikur Lindenskov helt tað vera ???luxuslív??? at sita á fólkatingi. Og Árni Gregersen segði: ???nú fornermi eg kanska Sjúrð Skaale, men tá man fer hartil (á Fólkating) tá hevur mann sagt: Eg havi gjørt tað sum eg kundi í føroyskum politikki???.
Teir tykjast halda, at tað er eitt lætt lív við lítlum arbeiði og nógvari frítíð at sita á fólkatingi.
Tað kann tað eisini vera. Tí uppgávurnar, sum verða lagdar á teg, eru fáar. Tað ber væl til at verða valdur á fólkating, og einki sum helst gera til nyttu.
Um tú hinvegin til fulnar nýtir teir møguleikar, sessurin gevur, kann tað illa kallast nøkur luxustilvera. Tú ert burtur at kalla hvørja viku, og hevur at kalla aldrin frí.
Hinvegin kanst tú fáa nógv ítøkilig úrslit. - Til gagns fyri vinnulívið, mentanarlívið, einstaklingar og føroyska samfelagið alt.
Eg rokni við at tey, sum hava fylt við farnu árini, duga at síggja munin.
Sjúrður Skaale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald