Ítróttur

Flogbóltur: Luxembourg ??? Føroyar

...

2015-06-20 03:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fingu vónina í triðja setti.

Føroyska manslandsliðið spældi eitt fínt triðja sett móti Luxembourg í kvøld, og høvdu alla tíðina tamarhald á støðuni.

Føroyar løgdu seg beinanvegin fram um 5-1 og hildu støðuni gjøgnum alt settið. Allir mans høvdu lagt nervarnar á hyllina, og leiktu sum eitt lið. Tað, sum hevði eyðkent liðið hini bæði fyrru settini við nógvum persónligum feilum var vekk.

Brádliga presenteraði føroyska liðið blokkar, góð álop og verjuspæl.

Ein ivaðist alla tíðina, um støðan fór at halda alt settið ??? men tað gjørdi hon ??? Føroyar vunnu settið 25-18 eftir gott spæl alt settið.

Og støðan var nú 2-1 í settum til Luxembourg.

Leikararnir hjá Barði Bendix Mikkelsen høvdu fingið vónina aftur!

Men tað gjørdist flogbóltslandsliðið úr Luxembourg, sum vann á Føroyum í fyrsta landsdystinum.

??rslitið gjørdist ein 3-1 sigur.

Støddin á leikarunum úr Luxembourg gjørdi, at Føroyar hevði trupult við at sláa uttanum blokkin hjá mótstøðuliðnum, tá bólturin skuldi vinnast aftur.

Í dag vóru eisini ov nógvir persónligir feilir tvey tey fyrstu settini og í seinasta settinum, sum gjørdi, at tað var trupult at fáa samanhang í spælið fleiri bóltar á rað.

Um hugt verður eftir blokkinum, so má hesin betrast til næsta dyst, men blokkurin hevði tað ikki lætt í dag, tí sum sagt fyrr, vóru leikararnir stórir á mótstøðuliðnum, og í einkultum førum varð sligðið omanfyri blokkin. Tað var bert í triðja settið, at blokkurin hjá føroyska liðnum hevði nóg stóran kvalitet, soleiðis at nakrir bóltar kundu vinnast.

1. sett

Føroyar komu illa frá byrjan í fyrsta settinum. Sterka liðið úr Luxembourg legði seg skjótt á odda 5-1, og hesin munurin helt sær til 12-8, tá Luxembourg aftur legði trýst á Føroyska liðið og kom fram um 16-8.

Síðani gjørdist støðan 18-11, og so steðgaði fullkomuliga upp hjá føroyska manslandsliðnum, sum ikki kom burtur úr tí eini uppstillingini, og tapti settið 25-11.

2. sett

Føroyar komu á odda 4-2, men so kom aftur ein bylgja frá Luxembourg, sum legði seg á odda 7-4 ??? aftur ein av hesum longu steðgunum, har Føroyar hevur trupult við at vinna stig. Hesin munur helt sær so upp til 14-11, tá Luxembourg aftur legði trýst á, og kom framum 17-12. Settið endaði síðani 25-16 til Luxembourg.

4. settið

Føroyar legði seg beinanvegin á odda 3-0, men so kom vend í, og Luxembourg tók fullkomuliga yvir, og tað vóru langar tíðir, at Føroyar ikki fingu stig. Frá støðuni 9-6 til Luxembourg gjørdist støðan 20-8. Føroyska liðið var ikki at kenna aftur frá triðja settinum. Luxembourg vann settið 25-11 og harvið dystin 3-1.

Leygardagin skulu Føroyar spæla ímóti Skotlandi, sum í dag tapti 3-0 ímóti Kypros. Um vinnast skal í morgin, má skerast niður upp á persónligu feilirnar, soleiðis at liðið fær meira samanhang í spælið.

Mynd: Suni Juul Petersen slær uttanum blokkin hjá Luxembourg.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder