Ítróttur

Lutakast til Emerging Nations

...

2017-03-08 19:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lutakast hevur verið til 2nd Emerging Nations Championship, sum verður í Bulgaria í summar, 12. ??? 19. juni. Føroyar komu í bólk D, saman við Kina, Moldova og Armenia. Trupult er at meta um mótsstøðuliðini, men Armenia er allarhelst veikasta liðið, meðan vit hava spælt heilt tættar dystir móti Moldova seinastu árini. Kina vita vit so at siga einki um, teir luttóku eisini í fyrru Emerging Nations kappingini, men sum skilst var hetta bert eitt kinesiskt universitetslið, sum ikki kláraði seg serliga væl.

Emerging Nations Championship er ein U24-kapping, har loyvi tó er at hava tríggjar leikarar, sum eru eldri. Trý tey fremstu liðini í kappingini vinna sær pláss í EM-undankappingini til EM2020. Hetta er á øðrum sinni, at kappingin, sum er fyri menningarlond í hondbólti, er. Fyrstuferð kappingin var, var fyri tveimum árum síðan í Kosovo og tá vunnu Føroyar.

Venjarar hjá føroyska liðnum eru Halgir Dahl Olesen og Jeppe Borch.

Samlaða bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur A: Turkaland, Kosovo, Albania, Írland

Bólkur B: Luksemburg, Georgia, Malta, Stóra Bretland

Bólkur C: Kýpros, Bulgaria, Andorra, Aserbajan

Bólkur D: Kina, Føroyar, Moldova, Armenia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder