Kappingarnevndin hevur havt lutakast til innleiðandi umførini í Coca-Cola kappingini hjá monnum. Hjá kvinnunum var tað bert Neistin, sum meldaði sítt næstbesta lið til og verður Neistin 2 tískil 8. liðið í bólkaspælinum í januar.
1. umfar avgreitt í seinasta lagi leygardagin 23. nov.:
Dystur nr. 1 HC Kvívík VÍF 2 (Døming KÍF)
2. umfar avgreitt í seinasta lagi leygardagin 7. des.:
Dystur nr. 2 H71 2 StÍF 2 (Døming Neistin)
Dystur nr. 3 Neistin 2 Vinnari av dysti 1 (Døming H71)
3. umfar avgreitt í seinasta lagið leygardagin 14. des.:
Dystur nr. 4 Vinnari av dysti 2 Vinnari av dysti 3
Vinnarin av dysti nr. 4 fer í bólkaspælið saman við Atlantic Airways liðunum.
Heimaliðið boðar útiliðinum frá, nær dysturin skal spælast. Dómaranevndin ásetur feløg at døma dystirnar. Heimaliðið setur seg í samband við tað felagið, ið skal døma, og boðar frá, nær og hvar dystirnir verða spældir.
Heimaliðið gevur HSF boð um, nær dystirnir verða spældir.
Eftir 15. des. verður boðað frá, hvussu bólkaspælið kemur at síggja út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald