2019-06-27 06:42

Alifyritøkan í Sandavági Luna eisini kallað Hiddenfjord hevði í fjør eitt yvirskot uppá 152 mió. kr. eftir skatt, tað eru góðar 43 mió. kr. minni enn í 2017 og 40 mió. kr. minni enn í 2016. Luna rekur alibrúk á Sørvági, í Miðvági, í Vestmanna og í Hestfirði. Felagið hevur harumframt aliloyvi vesturi á Víkum. Felagið framleiðir harumframt smolt á smoltstøðini á Fútakletti.
Nettosølan hjá Luna var 679 mió. kr. í 2018, og tað er tað sama sum í 2017. Í 2016 var nettosølan 576 mió. kr.
Bruttovinningurin var 325 mió. kr. í 2018, sum er 26 mió. kr. verri enn í 2017. Í 2016 var hann 323 mió. kr.
Starvsfólkakostnaðurin var 69 mió. kr. í 2018 sum eru 5,4 mió. kr. meira enn í 2017. Í 2016 var hann 49 mió. kr.
Avskrivingarnar vóru 64,8 mió. kr. í 2018. Í 2017 vóru tær 46 mió. kr.
Miðaltal av fulltíðarsettum starvsfólkum var í 2018 160 fólk, sum eru 10 fleiri enn í 2017. Í 2014 var miðaltalið av fulltíðarsettum starvsfólkum 80 í Luna.
Við árslok var langfreista skuldin 78 mió. kr. og stuttfreista skuldin var 244 mió. kr.
Luna býtir 40 mió. kr. út til eigarnar.
Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald