2017-04-28 18:45
Leygardagin tann 29. apríl kl. 10 lata Luksusdjór & Løðuhandilin dyrnar upp!
Talan er um tveir handlar í sama høli.
Løðuhandilin selur m.a. búnýti, gávulutir, gólv, máling og urtagarðs útgerð.
Luksusdjór selur fóður, leikur og tilhoyr til djórini.
Upplatingardagin eru nógv góð tilboð allan dagin og opið er heilt til kl 20.00.
Tað er tunnilsdagur, so tað er frítt at koyra ígjøgnum tunnilin
Vit bjóða til móttøku ímillum kl 13-15, har pinnamatur, sodavatn, kaffi og køkur verða at fáa.
Kl. 13.30 fer Jórunn Gudmundsen at spæla nøkur løg.
Luksusdjór & Løðuhandilin halda til í Bygdini 5 í Sørvági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald