Glóðheitt poppnavn skal framføra á Vágsbøi í august.
Bólkurin Lukas Graham hevur tikið stór fet ímóti altjóða stjørnuhimmalinum, og eftir at amerikanska Warner Brothers hevur gjørt sáttmála við bólkin, liggur eitt gjøgnumbrot í USA og lúrir handan hornið.
Lukas Graham er danskur bólkur, har danski-írski sangarin Lukas Graham Forchhammer er oddamaður og hevur navngivið bólkin. Hann er eitt sangtalent av teimum heilt stóru, og við einum serstakliga væl spælandi bólki afturat sær er Lukas Graham blivið ein poppuppliving av teimum heilt stóru.
Tónleikurin hjá Lukas Graham er eitt bland av poppi, soul, funk og hiphop, og væl er blandað, tí tónleikurin situr framúr væl, og við sangum sum Ordinary Things, Drunk In The Morning, Criminal Mind og fleiri hava teir klatrað hitlistar og vunnið út í útvarpsrásirnar kring Europa.
Ummælini av framførslum hjá Lukas Graham staðfesta aftur og aftur, at bólkurin er framúr væl spælandi, og sangarin Lukas Graham Forchhammer er eitt unikt sangtalent.
Seinastu tíðina hevur Lukas Graham hildið nógv til í USA, men í summar gera teir eitt rend heim, og tá ið teir frættu um møguleikan at spæla í Føroyum fyri fyrstu ferð, vóru teir sera heitir fyri tí. Endin var, at avtala varð gjørd við Lukas Graham um at spæla á Summar Festivalinum 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald