Politikkur

Loysir seg ikki at arbeiða

...

2016-12-21 23:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen, tingmaður, fekk í farnu viku svara skrivligan fyrispurning, ið varð settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum. Svarið má sigast at vera skelkandi. Staðfest verður greitt, at tað ikki loysir seg at arbeiða.

Ein arbeiðsfamilja við tveimum børnum, ið forvinnur 30.400 kr. (um mánaðin) hava áleið 20.900 kr. eftir skatt at liva fyri um mánaðin.

Ein vanligur arbeiðsmaður, ið forvinnur 20.000 kr. hevur 13.250 kr. eftir skatt at liva fyri.

Ein stakur uppihaldari, við tveimum børnum, á forsorg hevur heili 19.350 kr. eftir skatt at liva fyri um mánaðin.

Sostatt hevur ein stakur uppihaldari uttan arbeiði hálva aðru fer so nógv at liva fyri, í mun til ein arbeiðsmann.

Munurin millum arbeiðsfamiljuna og staka uppihaldaran á forsorg er smáar 1500 kr.

Forsorgarnir og tey fátøku arbeiðandi

Seinnu árini hava livikorini hjá støkum uppihaldarum verið í brennideplinum. Og nú tá jólini eru í hondum gerst tað eitt afturvendandi kjakevni. Sjálvsagt eiga vit at tryggja at allar familjur og allir føroyingar fáa eini góð jól. ??llum verður ynskt eini góð barnajól.

Men nógv bendir á, at arbeiðsfamiljan og vanligi arbeiðsmaðurin eru gloymd í afturvendandi kjakinum. Tí veruleikin er tann, at ein arbeiðandi familja hava minni at liva fyri pr. húsfólk sammett við staka uppihaldaran á forsorg.

Staki uppihaldarin, við tveimum børnum, ið fær forsorg, hava 6450 kr. pr. húsfólk at liva fyri.

Arbeiðandi familjan hevur 5200 kr. pr. húsfólk at liva fyri. Sostatt hevur ein familja við einum støkum uppihaldara og tveimum børnum 25% meiri at liva fyri sammett við eina arbeiðsfamilju við tveimum vaksnum og tveimum børnum.

Tað er eingin rímiligheit í tí.

Vantandi virðing

Fyri okkum í Fólkaflokkinum hevur hetta málið stóran týdning. Tað snýr seg um hvønn boðskap vit sum samfelag senda til teirra, sum hvønn morgun fara frá húsum at forvinna hart tjentar krónur. Tað er okkara fatan at tað til eina og hvørja tíð skal loysa seg at arbeiða. Tí er tað hvørki rætt ella rímiligt, at ein familja, ið ikki arbeiðir hevur 25% meiri pr. húsfólk at liva fyri sammett við eina arbeiðsfamilju.

Tí vilja vit virka fyri, at skatturin verður lækkaður so tað loysir seg at arbeiða.

Fólkaflokkurin

Svarið til skrivliga fyrispurningin kann lesasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder