Vinna

Løntakaratalið setir met

...

2017-10-09 11:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Uppgerðin av løntakunum er nú dagførd við tølum fyri juli mánaða. Talið á løntakarum í juli táttaði í 26.200, stívliga 800 fleiri enn í juli mánaða í fjør. Tað er tað størsta talið av løntakarum nakrantíð.

Gongdin í trendinum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini) vísir, at vøksturin í talinum av løntakarum stendur við. Vøksturin hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014.

(trýst á myndina, so hon gerst størri)

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder