Vinna

Lønirnar staðið í stað í eitt ár

...

2016-10-18 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í triðja ársjórðingi 2016 vóru lønirnar 2.091 mió. kr. Hetta er fjórði ársfjóðringur á rað, at lønirnar eru um 2,1 milliard. Bæði í 2014 og 2015 var javnur vøkstur at kalla hvønn ársfjórðing, men steðgaði hesin vøkstur í fjórða ársfjóðringi 2015, og síðan tá hava lønirnar staðið í stað.

 

Upplop í fiskivinnuni í vár
Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum (sí myndina niðanfyri), sæst at fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti 2015 og toppaði í februar 2016. Seinastu sjey mánaðirnar hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, og tað sær út til, at fiskivinnan fer at leggja seg á sama støði sum áðrenn upplopið.

Seinastu trý árini hevur nógv ferð verið á vøkstrinum í byggivinnuni, og sjálvt um ferðin er minkað seinastu tíðina, so er hon framvegis stór. Men byggivinnan er ikki so mikið stór í vavi, samanborin við hinar, at hon megnar einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur.

Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa við javnari fer, eini 2% hvønn ársfjórðing og hava gjørt tað í longri tíð. Fyri almennar tænastur er tað so, at lønirnar hækka 1. Oktober, og saman við møguleikanum at fiski- og alivinnan møguliga fara at halda uppat at minka, ger at komandi ársfjórðingurin fer at lyfta seg eitt sindur uppum undanfarnu fýra.

Leggið tó til merkis, at myndin niðanfyri ikki vísir støddina men einans trendin í gongdini fyri hesar fýra høvuðsvinnugreinabólkarnar, sum vísital, har allir eru settir til 100 í jan. 2010.

Størsta vøksturin er nú í byggivinnuni
Meðan indexið yvir trend á høvuðsvinnugreinar vísir pulsin, so ber eisini til at samanbera árið higartil við sama tíðarskeið árini frammanundan. Hendan samanbering er við útgoldnum lønum og er ikki árstíðarjavnað.

Higartil í ár eru lønirnar 6.203 milliónir, 369 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 6,3%. Framgongdin hevur í ár verið væl yvir 7%, men nú lønirnar í september eru lagdar aftrat er hetta minkað niður í 6,3% sum er minsti vøkstur higartil í ár. Hetta er framvegis stórur vøkstur, samanborið við onnur ár.

Stóra framgongdin, sum var í fiskivinnuni í vár, gjørdi at fiski- og alivinnan høvdu framgongd væl yvir 10%. Seinastu tíðina hava lønirnar í fiski- og alivinnuni verið meira trilvandi, og nú er framgongdin tódnað niður í 8,9%. Higartil í ár eru útgoldnar 1.250 milliónir í fiski- og alivinnuni, 102 fleiri enn í fjør.

Byggivinnan hevur í alt ár sveiggjað um 10% í vøkstri, og nú tá árið er gjørt upp fram til september, fór vøksturin upp á 10,4%. Byggivinnan, sum er minsta høvuðsvinnugrein, hevði lønargjaldingar fyri 819 milliónir fyrstu tríggjar ársfjóðringarnar, 77 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og almennu, hava eina framgongd millum 4,4% og 5,3%. Tænastuvinnurnar hava eina væl róligari gongd enn framleiðsluvinnurnar, og broytingarnar frá ár til ár eru javnari.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder