Lønirnar fyri hvønn ársfjórðing tátta í tvær milliardir nú, vøksturin er um 1% hvønn ársfjórðing. Í fjør vuksu lønirnar 2% fyri hvønn ársfjórðing, so ferðin í vøkstrinum er farin eitt sindur niður.
Vøksturin dragnar
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Higartil í ár eru útgoldnar 5.835 milliónir kr. í lønum, tað eru 326 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,9%.
Vøksturin í lønum var størstur í vár, yvir 7%, men hevur síðan dragna hvønn mánað og er nú 5,9%. Nú tað er so langt útliðið í ár, kann ikki væntast tær stóru broytingarnar í vøkstrinum, so ársins vøkstur fer at liggja millum 5 og 6%.
Hýrurnar ein fjórðing hægri
Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at tað er sera stór framgongd í hýrunum. Higartil í ár eru hýrurnar 636 milliónir, tað er ein framgongd uppá 112 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 21,3%. Stóra framgongdin í hýrunum var í vár, so ábendingar eru um at vøksturin í hýrunum við ársenda verður niðanfyri 20%.
Byggivinnan hevur eisini havt stóra framgongd í ár. Higartil í ár eru útgoldnar 378 milliónir í lønum, tað eru 35 fleiri enn síðsta ár og framgongdin er 10,1%.
Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár.
Vøksturin fer mest til mannfólkini
Av samlaðu lønunum fara 60% til mennirnar, meðan kvinnurnar fáa 40%. Í løtuni er størsti vøksturin í lønargjaldingum í teimum yrkjum, har flest mannfólk arbeiða, og tí fer størsti parturin av vøkstrinum til menninar. Higartil í ár eru útgoldnar 326 milliónir meira enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, 241 milliónir, meðan kvinnurnar eiga ein fjórðing, 85 milliónir.
Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald