Seinastu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd og vísa hesi, at trendurin í mánaðarligu hagtølunum heldur á eins og hevur verið í nærum tvey ár. Fyrsta ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingar tilsamans 1.959 milliónir krónur, og tað er á leið tað sama sum 4. ársfjórðing 2014. 1. ársfjórðing 2014 vórðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar 1.823 milliónir krónur, sostatt eru 136 milliónir krónur fleiri útgoldnar 1. ársfjórðing í ár í mun til í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á 7,5%. Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.
(trýst á mynd, so hon gerst størri)
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald