Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við mai mánað. Í mai vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 671 milliónir krónur, 14 milliónir krónur fleiri enn í apríl og samstundis tað mesta nakrantíð fyri ein einstakan mánað. Samlaðu lønarútgjaldingarnar (ikki árstíðarjavnað) fyrstu 5 mánaðirnar av 2015 vóru 3.186 milliónir krónur í mun til 2.981 milliónir krónur í 2014. Munurin er 205 milliónir krónur og ein vøkstur á 6,9%. Trendurin (t.v.s. rætningurin ella kósin) í útgoldnu lønunum vísir framvegis vøkstur, men vøksturin er minkandi eins og seinastu mánaðirnar.
(trýst á mynd og talvu, so tær gerast størri)
Um hugt verður neyvari eftir lønarútgjaldingum (ikki árstíðarjavnað tøl) í høvuðsvinnubólkum, so stavar vøksturin frá øllum vinnubólkum, tó er vøksturin framvegis størstur í tilfeingisvinnunum.
Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald