Nú undrast kanska nógv á, at ein
býráðspolitikari borðreiðir
við slíkari niðurstøðu í yvirskriftini,
men tíverri er hetta
veruleikin í føroyskum politikki. Tey
ringastu at reka lokalpolitikk
eru ikki tey, ið vald eru til tað, men
tey, sum vald eru at reka
landspolitikk. Nevniliga tey, ið sita á
Løgtingi og í Landsstýri.
Sjálvur stuðlaði eg avgerðini um at gera
Føroyar til eitt
valdømi, men her fóru bæði eg og nógv
onnur við mær so
dyggiliga skeiv. Støðan við nalvaskoðandi
lokaláhugamálum á
Løgtingi hevur ongantíð verið verri enn
hetta seinasta
valskeiðið, har tað fyrst og fremst
hevur snúð seg um at kradda
til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir
landi okkara best. Vónandi
eru vit í eini lærutilgongd, sum so líðandi
javnar seg, men ein
loyvir sær at ivast, tí tað hevur verið
so grelt í mongum førum.
Dømini um, at lokalpolitikkur skuggar
fyri øllum øðrum hjá
ávísum landspolitikarum, eru nógv. Tað
er, sum um endamálið í
sjálvum sær er, at bara hetta ella hatta
ikki verður lagt í Havn,
so er spælið vunnið. Stovnar, skipanir
og eindir av ymiskum slagi
verða heldur pettað sundur, so tað
hvørki verður fuglur ella
fiskur, í staðin fyri at hugsað verður
um, hvussu vit styrkja tær
ymsu eindirnar og gera tær so máttmiklar,
sum gjørligt. Júst so
tað verður øllum borgarum at frama og
ikki bert tænir sum
arbeiðspláss í einum lokaløki. Hetta
seinasta tykist vera tað,
sum alt ov ofta liggur politikarum
fremst í huga, ístaðin fyri at
hugt verður at innihaldi og endamáli
fyri, hvørja uppgávu
stovnurin ella eindin hevur.
Eg havi ikki hug at nevna ítøkilig
dømir, tí so veit eg, at
orðaskiftið fer av kós og kann gerast
eitt skotgravaskríggj um
hendan ella handan stovnin. Tey flestu, sum fylgja nøkulunda við,
vita, at hetta er tað, sum fyriferst á
politiska pallinum. Vit
síggja tað bæði innan almannaøkið,
heilsuverkið, skúlaøkið
og onnur økir. Eg fari tí at koma við
einari inniligari áheitan á
tykkum, sum eru vald at tæna øllum
landinum, um at hava alt Føroya
land í huganum, tá tit taka avgerðir.
Tað er eitt minstakrav og
skylda tykkara sum landspolitikarar at
hugsa um, hvat tænir landinum
best og ikki bert skoða egnan nalva.
Eg vóni tí, at tað verða visjónir vegna
alt Føroya land, sum
fara at eyðkenna valstríðið undan
komandi løgtingsvali, sum helst
ikki er so langt burtur. Livst so
spyrst!
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald