Politikkur

Løgtingsmaður spátt um framtíðina

...

2013-12-11 23:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg havi fylgt við í kjakinum í løgtinginum í dag, har løgtingið viðgjørdi uppskotið frá Gerhardi Lognberg um at innflyta frystan fisk til Føroyar, men eg kundi ikki lata vera við at hugsa um nýggju skaldsøguna ???Hans Jensen,??? ið Hanus Samró, løgtingsmaður, hevur skriva, tí á síðu 278 stendur at lesa: ???Fiskur og arbeiðspláss vóru svarini til alt. Var felagseyðkenni. Arbeiðsloysið var vaksið nógv, tí eingin fiskur var. Grunnarnir megnaðu ikki at varðveita støðugan fisk til arbeiðsplássini. Tí mátti fiskur koma aftur. Hvørki hann ella hon kundu ganda fiskin aftur, men har var ein annar møguleiki???. - Vit kunnu oyramerkja 100 milliónir til russarafisk. Til frystan fisk. Norra er á tremur við toski. Teir vilja heldur enn fegin av við hann. Um vit seta almennan grunn á stovn, sum hevur til endamáls at keypa frystan fisk úr Norra, kunnu vit skapa arbeiðspláss aftur á bygdunum. Flakavirkir eru á Toftum, í Vestmanna og á Strondum. Tey hava tørv á størri nøgdum, meðan flakavirkini í Sandoynni standa tóm. Vit kunnu gera tað soleiðis, at grunnurin hevur til endamáls at innflyta frystan fisk, sum síðan verður viðgjørdur í Føroyum og seldur av landinum fyri í minsta lagi sama prís. Helst við vinningi. Sostatt skapa vit arbeiðspláss runt um í landinum.??? Hetta er rættiliga áhugavert at lesa, tí um vit hyggja í uppskotið hjá Gerhardi Lognberg, stendur at lesa: ???Tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt alt fyri, at flakavirkini bæði í Sandoynni og aðrastaðni sleppa í gongd aftur, tí hesi eru í veruleikanum stór arbeiðspláss. Upplýst er, at størsti trupulleikin í tilgongdini við at keypa frystan fisk er at fíggja fiskin frá tí, at hann er keyptur, t.d. í Noregi, og til hann er liðugt viðgjørdur í Føroyum og seldur aftur. At landið stuðlar hesi mannagongd fer ikki at verða ein útreiðsla fyri landið, men ístaðin ein stór inntøka, tí at fólk t.d. sleppa aftur til arbeiðis á virkjum bæði í Sandoynni og aðrastaðni við, og harvið koma fleiri fólk at rinda skatt bæði til land og kommunu, heldur enn at vera í t.d. ALS skipanini.???

Arbeiðsleys 11.12.2013 samb. ALS:

Móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli 1014
Arbeiðsloysi kvinnur 573
Arbeiðsloysi menn 441

----

Arbeiðsloysi økisbýtt
Eysturoy 203
Suðurstreymoy 410
Norðoyar 111
Suðuroy 104
Norðurstreymoy 69
Vágarnar 94
Sandoy 22

Herafturat koma so tey, sum eru dottin úr ALS, hvussu nógv tey eru, er kanska ikk gott at meta um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder