Ár um ár eru somu viðmerkingar í frágreiðingunum frá grannskoðarunum. Tað hevur fingið nýggju løgtingsgrannskoðararnar at gera broytingar.
Løgtingsgrannskoðararnir hava latið Løgtinginum uppskot um góðkenning av landsroknskapinum fyri 2014.
Í ávísum førum umrøða løgtingsgrannskoðararnir somu trupulleikar ár um ár. Hóast avvarðandi landsstýrisfólk boða frá, at trupulleikar eru um at verða loystir, er tað ikki altíð so.
Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður, m.a. tá ið:
- starvsfólk skylda ella eiga til góðar nógvar lønartímar, uttan at tað sæst í roknskapinum
- ognir og útbúnaður ikki eru skrásett
- peningastovnskontur ikki eru skrásettar í landsroknskapinum
Aftur og aftur hevur verið víst á, at tað eru lógir, ið ikki verða dagførdar, og at reglur í summum førum ikki eru gjørdar og í øðrum førum ikki hildnar. Á fleiri økjum eru batar, men løgtingsgrannskoðararnir kunnu staðfesta, at enn er ikki komið á mál.
Løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at talan er um álvarsmál, tá ið privatu grannskoðararnir á tveimum stovnum eru farnir so langt sum at gevaátekning við fyrivarni.
Staðfestast kann, at tá ið talan er um frávikini millum játtan og nýtslu, er støðan vorðin betri, enn hon var fyri nøkrum árum síðani, men løgtingsgrannskoðararnir vilja gera vart við, at meirnýtsla eigur als ikki at koma fyri.
Seinasta vár samtykti Løgtingið ??? eftir áheitan frá løgtingsgrannskoðarunum - at stytta tíðarfreistina fyri at leggja grannskoðaða landsroknskapin fyri Løgtingið úr 14 mánaðum niður í 11 mánaðir. Stytta tíðarfreistin hevur við sær, at Løgtingið kann viðgera grannskoðaða roknskapin, áðrenn nýggj fíggjarlóg verður samtykt.
Umframt árligu viðmerkingarnar til roknskapin, hava løgtingsgrannskoðararnir samtykt at broyta mannagongdirnar. Løgtingsgrannskoðararnir fara at fylgja málunum gjøgnum árið við javnan at minna landsstýrisfólk á at fáa viðurskifti í rættlag.
Uppskotið sæsther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald