Politikkur

Løgtingsfundur verður kl. 13.30 í dag

...

2015-12-21 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Løgtingsfundur verður kl. 13.30 í dag við hesi dagsskrá:
 

Mánadagur, 21. Desember 2015, kl. 13:30 (Fyribils skrá)

 

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, (Hækking av inn- og útgjaldi)

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 26/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp(Broytt kringvarpsgjald)

3.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 31/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m (Hækking av vektgjaldi á akfør, tó lækking av vektgjaldi á el drivnar bilar)

4.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 36/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Hækking av stuðlinum)

5.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 37/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni og hækkan av punktgjaldi á bensin og dieselolju)

6.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 41/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju. (Hækking av umhvørvisgjaldi og broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni)

7.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 45/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Hækking av avgjaldinum)

8.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 13/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar (Videoavhoyring av børnum og ungum í revsumálum)

9.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 18/2015: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015

10.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 24/2015: Uppskot til løgtingslóg um at keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina Talgildu Føroyar

11.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 38/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Lækking av bundna inngjaldinum og kærumøguleikar)

12.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 49/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti, merkivørur o.a.)

13.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)

14.    Framløga

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder