2015-06-22 13:59
KVF: Løgtingið er kallað saman til fundar í dag klokkan 11.15.
Løgtingið fór annars í summarfrí í mai, men grundin til, at tingfólk nú noyðast aftur til arbeiðis, er, at ein orðing í grindalógini skal viðgerast av nýggjum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tingfólk verða kallað saman í ótíð vegna grundalógina. Hetta er triðju ferð, at løgtingið skal viðgera grindalógina og aðru ferð, at tingið er kallað saman, síðani tað fór í summarfrí.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av lógini, segði við portal.fo í síðstu viku, at tað er politivaldið, sum vil hava greiðari orðingar, tá tað snýr um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald