Sendingin ???Dulda sølan av fólksins ogn??? byggir á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum løgtingið broytti 18. august 1998, tá ein samd vinnunevnd mælti løgtinginum til at gera fiskiloyvini meiri umsetilig.
Hetta var undir fullveldissamgonguni (tjóðveldi, fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum).
Samd vinnunevnd
Uppskoti varð beint í vinnunevndina, har Heini O. Heinsen (tjóðveldi) var formaður. Ein samd vinnunevnd tók undir við at gera fiskiloyvini umsetilig. Tað síggja vit m.a. í álitinum:
???vinnan skal mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlagi og at stødd og røtt samanseting av fiskiflotanum best verður tryggjað, við at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt??????
Tað skal viðmerkjast, at minnilutin (Alfred Olsen og Katrin Dahl Jakobsen) kom við minniluta áliti, men tað snúði seg um fiskidagar. Ikki umsetiligheit av fiskiloyvum. Sostatt tók ein samd vinnunevnd undir við at gera fiskiloyvini umsetilig.
Tjóðveldi og javnaðarflokkurin samtyktu umsetiligheitina
???Dulda sølan av fólksins ogn??? hevur elvt til mikla øsing. Í morgun gjørdi valevnið greitt, at tjóðveldi skal koyra fólkaflokkinum út í myrkri. Í gjárkvøldið skrivaði Rigmor Dam (javnaðarflokkurin):
???Hetta kavklinkandi rotna vanvitið eigur at verða steðgað alt fyri eitt. Fólkaflokurin??? skal fyri alt í verðini setast uttan fyri alla ávirkan eftir valgið!???
Betri er bøtandi hond, enn spillandi tunga
Eri samdur við teimum, ið siga, at vit skulu hava fiskivinnunýskipan, men tað tykist heldur margháttligt, at umboð fyri tjóðveldi og javnaðarflokkin skíra fólkaflokkin fyri líkt og ólíkt, tá hesir somu flokkar samtyktu hetta ???kavklinkandi rotnað vanvitið.???
Ístaðin fyri at spilla hvøn annan átti vit í felag at arbeitt við fiskivinnunýskipanini, ið hevur til endamáls at gera tað, ið er best fyri føroyska samfelagið. Og tað gera vit m.a. við at avmarka útlendskan eigaraskap.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald