?? gjár samtykti eitt samt løgting uppskotið hjá Anniku Olsen, tingkvinnu, um at dagføra revsilógina. Talan er um uppskot til samtyktar, har løgtingið heitir á landsstýrið um at dagføra og endurskoða føroysku revsilógina. Serligur dentur skal leggjast á siðsemispartin, herundir kynslig brotsverk og at umseta revsilógina til føroyskt.
Revsilógin varð tikin yvir á føroyskar hendur í 2010 og í tí sambandi samtykti Løgtingið eina ørgrynnu av dagføringum. Síðani yvirtøkuna eru fáar ella ongar dagføringar gjørdar á revsilógina, hóast tørvur hevur verið á tí. Til dømis verður framvegis gjørdur munur á ættleiddum børnum og biologiskum børnum undir 18 ár í føroysku revsilógini, tá talan er um kynslig brotsverk. Hetta verður væntandi broytt, nú arbeiðið við at endurskoða og dagføra revsilógina fer í gongd. Tað er umráðandi, at tá vit yvirtøka málsøki, at vit eisini røkja tey væl og fylgja við gongdini í grannalondinum á revsirættarliga økinum, sigur Annika Olsen, sum fegnast um uppskot hennara bleiv samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald