Eitt samt Løgting hevur í dag við triðju viðgerð samtykt at hækka ættleiðingarstuðulin úr 75 tús. kr. upp í 100 tús. kr.
Annika Olsen, landsstýriskvinna fegnast
um, at Løgtingið hevur tikið undir við hennara uppskotið, sum fer at bøta um
støðuna hjá foreldrum, ið skulu ættleiða barn.
???Eg gleðist um hesa samtykt, sum er ein
stór hjálp hjá teimum familjum, sum skulu ættleiða. Hækkaði stuðulin fer at
lætta um fíggjarligu byrðuna av at ættleiða, og tað fegnist eg um,??? sigur
Annika Olsen.
Kostnaðurin at ættleiða er hækkaður nógv
seinnu árini. Í 2009 var kostnaðurin um 95 tús. kr.,
meðan hann í fjør var hækkaður upp í meira enn 154 tús.kr. Afturat hesum koma
útreiðslur til lækna, koppseting, ferðing, uppihald í gevaralandinum o.a., og
hesar útreiðslur eru eisini hækkaðar seinastu árini.
Talið av ættleiðingum í Føroyum seinnu
árini hevur verið fallandi. Meðan talið hevur ligið um 10-14 ættleiðingar um
árið, var talið av ættleiðingum í 2012 fallið til 5, og í fjør vóru 3
ættleiðingar. Men tá hugt verður eftir talið av góðkenninginum av
ættleiðingarforeldrum, gevur hetta tó helst eina meira rættvísa mynd av gongdina.
Talið góðkenningum hevur verið nøkulunda stabilt á í meðal 9 góðkenningum um
árið.
Í løtuni eru 28 góðkendar umsóknir, ið
bíða eftir at fáa boðið eitt barn. Og av tí at bíðitíðin er so broytilig, ber
ikki til at siga nær tey, ið eru góðkend fáa biðið eitt barn, og nær tað kann
koma heim.
Leggjast kann afturat, at samanborið við
onnur norðurlond er ættleiðingarstuðulin í Føroyum nógv hægstur. Stuðulin
til ættleiðing í hinum norðurlondunum liggur ímillum 30 og 50 tús. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald