Politikkur

Løgtingið feldi uppskotið um koyrikort til eldri

...

2018-04-25 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samgongan valdi at gera avtøkuna av aldursmarkinum á koyrikortinum til eitt samgongu/andstøðumál.

Hóast uppskotið við aðru viðgerð bleiv samtykt við 18 atkvøðum fyri, 11 blonkum og ongari atkvøðu ímóti, so valdi samgongan at fella uppskotið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni fyri Sjálvstýri við triðju og endaligu viðgerð.

Sostatt hava Føroyar framhaldandi strangastu ásetingar fyri endurnýggjan av koyrikorti í okkara parti av heiminum. Bilførarar eldri enn 79 ár skulu framhaldandi til kravda árliga læknakanning og myndatøku, fyri at fáa endurnýggja koyrikortið.

Týskland, Frakland, Eysturríki, Svøríki og Danmark hava onki ovara mark fyri vanligu gildistíðina.

Danir avtóku sína diskriminering av eldru bilførarunum 1. juli 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder