JN

Løgreglan: Takk fyri hjálpina

...

2015-08-13 17:54 Author image
placeholder

Í gjár, tann 12. august 2015, blivu 5 limir frá Sea Sheherd við hjálp frá sivilum føroyingum handtiknir á sandinum í Sandavági, har tey mótmæltu í samband við grindadrápið.

Politiið í Føroyum vil fegin takka teimum persónum í Sandavági, sum hjálptu politinum við handtøkunum av limunum frá Sea Shepherd og sum eisini hjálptu politinum við flutningi sjóvegis av politifólkum. Politiið er stak væl nøgd við tann róliga og sinniliga atburð landsins íbúgvar vístu í samband við, at nøkur frá Sea Shepherd royndu at skapað eina illstøðu. Hetta vísur eina heilt aðra mynd enn ta myndina, ið Sea Shepherd í miðlunum roynir at skapa av føroyingum sum verandi harrendir og barbariskir. Heitt verður tí á íbúgvarnar um framhaldandi at vísa róligan og sinniligan atburð og harvið prógva tað, sum øll í Føroyum longu vita ??? at Føroyar er eitt friðarligt og trygt stað at verða.

Tað eyðnaðist at fáa bátin frá Sea Shepherd, sum royndi at forða fyri grindarakstrinum, til at gevast við hesum og fara frá staðnum. Politiið við tó fegin hava fatur í bátinum og heitur tí á fólk um at geva politinum boð á telefonummar 35 14 48, um nakar sær bátin í onkrari havn ella aðra staðni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder