2017-05-19 20:18

Løgreglan leitar eftir einum bili, sum eftir ætlan skuldi verið farin norður við Smyrli í dag eftir at hann hevur verið til útstilling í Suðuroy.
Men tá ið eigarin av bilinum taldi bilarnar upp, sum høvdu verið í Suðuroy til útstillingar, manglaði ein bilur, og tað er ein gullbrúnur Suzuki s-cross, hann hevur onga nummar plátu, men har nummarplátan vanliga er stendur s-cross.
Tað er enn óvist um bilurin er á meginlandinum ella í Suðuroynni. Um tú hevur sæð bilin vil løgreglan gjarna hoyra frá tær. Løgreglan hevur tlf. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald