2015-11-21 01:42
Í løtuni sleppa hvørki tog ella metroir stegða á Nørreport Station, tað kemur av arbeiðinum lørgeglan ger á staðnum í løtuni, boðar DSB frá á Twitter.
Løgreglan upplýsir fyri TV2, at tað í løtuni verður hugt uppá "eitt undarligt fyribrigdi".
- Vit kanna í løtuni eitt undarligt fyribrigdi, upplýsir løgreglan fyri TV2, um grundina til, at einki tog steðgar á Nørreport Station í løtuni.
Løgreglan vil ikki siga, hvørt talan er um eitt ting ella eina hóttan.
Í løtuni arbeiður løgreglan við, at fáa fólk av staðnum. Fráboðanin kom klokkan 20 danska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald