JN

Manningin á Norrønu handtók ein mann í nátt

...

2017-05-27 08:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Manningin á Norrønu tók í nátt ein mann umborð á Norrønu 

Eftir fráboðanina í gjár, komu boð frá Norrønu um ein mann, sum líktist manninum, sum teir høvdu sent mynd út av. Maðurin  varð tikin ímeðan hann var í hitapottinum.

Norrøna kom til Hirtshals um 8-tíðina í morgun.

 Løgreglan sendi hesi boðini út í gjár: ÍÍ samband við stuldur av eini størri peningaupphædd í einum handli í Havn, hóskvøldið tann 25. mai 2017 umleið kl. 18:30, sóknast politiið eftir manninum á myndunum.

Lýsing av manninum:

Maður, umleið 30 ár, vanligan kropsbygnað, umleið 170 cm høgur

Myrkt hár við høgum tinningum

Hann var ílætin ein myrkan frakka við skinnkraga

Um tú kennir mannin á myndunum ella hevur upplýsingar til málið, verður tú vinarliga biðin at boða frá til politistøðina í Havn, telefon 351448 ella 114

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder