JN

Løgreglan fór eftir einum manni ið hótti fólk í Mykinesi

...

2016-03-06 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan fekk klokkan 12:44 eina fráboðan um, at ein maður hótti fólk úti í Mykinesi. 

Av løgreglustøðuni í Havn verður upplýst, at løgreglan fór við tyrlu út til Mykinesar, har hon lendi klokkan 14:46, og handtók mannin. Tað gekk skjótt at handtaka mannin, sigur vakthavandi á løgreglustøðuni við JN.fo.

Tyrlan fleyg mannin inná fastlandi, maðurin verður nú skuldsettur fyri hendingina, sum fór fram í Mykinesi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder