JN

Løgreglan fekk eina fráboðan um neyðrakett

...

2016-02-28 09:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 22:30 í gjárskvøldið fekk løgreglustøðin eina fráboðan um, at ein persónur hevði sæð eini neyðrakett. 

Persónurin ið boðaði frá neyðrakettini segði, at hann sá eina neyðrakett frá Sundsvegnum, og sum hevði kós móti Hvítanesi.

Leiting var sett í gongd, og við í leitingini vórðu MRCC Tórshavn, Tórshavnradio, løgreglan og HDMS Triton.

Triton fór at leita, og leitað var við Hoyvíkshólm, í Kalbaksfirði, í Tangafirði og norð til Kollafjørðar, men einki óvanligt var at sígga, sambært MRCC.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder