2015-12-22 06:13
Løgreglan skrivar:
Løgreglan ynskir hervið at hjálpa Hentzar Grástein í Havn at finna bil sín aftur.
Fríggjadagin 18. desembur steðgaði Hentzar upp við bili sínum, einum svørtum Madzda 6 st. við nummarplátuni AP068 á Hoyvíksvegnum nærindis Adventistakirkjuna í Havn.
Tveir ungir mans komu honum til hjálpar og avrátt var at ringja til bilverkstað, sum kundi gera bilin aftur. Hentzar fór burtur frá lítla løtu, og tá hann kom aftur, vóru menn og bilur burtur.
Nú veit Hentzar ikki, hvar bilurin er.
Um onkur kennist við, biðist viðkomandi venda sær til bileigaran, Hentzar Grástein í Havn, tlf. 313184 ella løgregluna tlf. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald