2015-01-15 21:03
JN.fo hevur sett seg í samband við vakthavandi á løgregluni.
Av politistøðini verður sagt, at tað telefonirnar ringja allatíðirnar har fólk ringja inn og boða frá ferðsluóhappinum, vakthavandi á politistøðini sigur við JN.fo, at tey ikki hava tal á hvussu nógv ferðsluóhapp eru kring landið. Vakthavandi sigur við JN.fo, at "bilarnir liggja, sum svampar bæði á vegnum og teir ið eru farnir av vegnum".
Ferðsluóhappini eru kring alt landið, tó er tað serliga á Sandavágshálsi, við Norðskálatunnulin og nú byrja nógv ferðslóhapp eisini at vera í Kollafirði siga tey frá løgregluni.
Vakthavandi segði eisini við JN.fo, at tey nú eru farin í holt við at steingja vegir, tí tað er ikki koyrandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald