Ítróttur

Løgmanssteypið: 07 Vestur víðari eftir 1-0 sigur á Royn

...

2015-03-29 14:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: 07 Vestur eru víðari í kappingini um Løgmanssteypið eftir sigurin í Hvalba í gjár. 07 Vestur høvdu fult stýr uppá tingini á regntunga grasvøllinum og har kundi bert vera ein vinnari. Mál okkara skoraði Torstein Mýlingstind.

At spæla á grasvøllinum í Hvalba er altíð ein avbjóðing, og regnið síðstu dagarnar og mestsum allan dystin, gjørdi uppgávuna ikki lættari. Og størsta avbjóðingin kom eisini frá vøllinum, tí heimaliðið hevði ikki stórvegis at bjóða uppá.

Tað bleiv tó bert til tað eina málið, sum kom beint uppundir hálvleik. Torstein Mýlingstind skoraði.

Vit høvdu møguleikar bæði áðrenn málið og í øðrum hálvleiki, men fleiri mál blivu ikki. Heimaliðið hevði onkran hálvan møguleika, men eina málið var nokk til at vit eru víðari í kappingini. Næsti dystur í steypakappingini verður ímóti AB á heimavølli, mánadagin 6. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder