Politikkur

Løgmansrøðan 2013

...

2013-07-29 18:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Harra formaður!

Í dag hátíðarheldur Føroya fólk ólavsøku. Ein hátíð, sum minnir okkum á søgu og kristnan siðaarv, sum 

eru millum fremstu tættir, og sum hava myndað samleikan hjá okkara forfedrum. 

??lavsøkan minnir okkum eisini á, at meðan vit til heilagt eru partar av nøkrum størri, so umboða vit 

til gerandis ein týðandi part av tí mátti, sum býr í fólkinum og skapar tjóðina ??? sum er lutað út á hvønn 

einstakan okkara.

Eins og vit hava lært at lívbjarga okkum her, hava vit lært at laga okkum eftir skiftandi búskaparligum 

veruleika. Eins og vit hava treiskast ímóti náttúruni, hava vit treiskast ímóti kreppunum. 

landið er ein ábyrgd, latin okkum í hendi frá undanfarnum ættum, ein gripur at góðska og bera víðari 

til okkara eftirkomarar. 

Tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg, sigur skaldið um lívið, landið og havið. Hetta stutta bil, okkum 

unnist, er tað fólkið, ið er kjarnin og okkara týdningarmesta tilfeingi. at styrkjast við at gerast fleiri og at 

trívast her ??? tað er fremsta merki í okkara skildri, nú vit savnast á ólavsøku. 

sum samfelag og tjóð standa vit fyri stórum avbjóðingum. Vælferðin er eingin sjálvfylgja, og fólkavøksturin, sum vit fyrr hava upplivað, er steðgaður. Tað er avbjóðingin.: 

??ll løgmansrøðan kann lesast á leinkinum niðanfyri:

http://tinganes.fo/Files/Billeder/Fr%C3%A1grei%C3%B0ing%20l%C3%B8gmans%20%C3%AD%20%C3%B3lavs%C3%B8ku%202013.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder