Politikkur

Løgmaður ynskir íslendsku stjórnini hepna hond

...

2017-01-12 15:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevur í dag ynskt Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra Íslands, hjartaliga til lukku við nýggja embætinum og góða eydnu við nýggju stjórnini.

Í brævinum til íslendska forsætisráðharran takkar løgmaður eisini fyri íslendska stuðulin í sambandi við ódnarveðrið um jólini.

"Vegna Føroya landsstýri og alt Føroya fólk vil eg nýta høvi at senda eina hjartans tøkk til íslendingar, sum sjálvbodnir fóru undir at veita føroyingum hjálp, tá hørðu ódnirnar herjaðu land okkara um jólini. Tað er rørandi at uppliva slíka umsorgan frá okkara íslendsku vinum," skrivar løgmaður millum annað.

Lesið bræv løgmansher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder