Politikkur

Løgmaður vil hava viðurskiftini í rættlag

...

2017-07-04 07:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EFTIRLITSKYLDA L??GMANS: Løgmaður hevur nú gjøgnumgingið frágreiðingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og mett um málið út frá eftirlitsskyldu síni sambært § 33 í stýrisskipan Føroya.

Løgmaður er politiskt ikki nøgdur við gongdina í málinum um at flyta veiðuloyvi frá línuskipum til uppisjóvarskip. Hann vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at taka øll neyðug stig til tess at fáa viðurskiftini í rættlag. Tað ger Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt í brævi, sum hann hevur sent Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fískivinnumálum.

Løgmaður hevur nú gjøgnumgingið frágreiðingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og mett um málið út frá eftirlitsskyldu síni sambært § 33 í stýrisskipan Føroya.

Hann hevur bæði mett um málið rættarligt og politiskt. Um rættarliga partin skrivar løgmaður:

Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á § 5 í løgtingslógini um landsstýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið beinleiðis uppí avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum. Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum,skrivar løgmaður millum annað.

Í brævinum heitir løgmaður á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa rætta mistøkini, ið eru hend í málinum.

Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag. Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast,vísir løgmaður á.

Lesið bræv løgmans til landsstýrismannin í fiskivinnumálumher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder