2014-11-26 20:30
Hví skulu vit byggja eina havn við Skansan fyri 400 mió. kr., tá vit kunnu fáa eina havn í Eysturoynni fyri 150 mió.? spyr løgmaður. Hetta skrivar kvf.fo.
Vit eiga at leggja eina meginhavn fyri alt landið í Runavík.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum ikki er fegin um ætlanirnar at byrgja Skansan í Havn inni í eini dýrari bingjuhavn, sum hann tekur til.
Hví skulu vit byggja eina havn har fyri 400 mió. kr, tá vit kunnu fáa eina havn í Eysturoynni fyri 150 mió.? Kunnu kommunurnar í Eysturoynni og Tórshavn ikki tosa saman fyrst, og møguliga velja eina betri og bíligari loysn? spyr løgmaður á Facebook og vísir á, at Eysturoyartunnilin er á veg.
Hoyr samrøðu við løgmann her.
Kelda kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald