2021-08-10 07:11
Føroysk ítróttarfólk eiga at sleppa at luttaka undir egnum flaggi til olympisku leikirnar, sigur løgmaður millum annað í almennari áheitan til altjóða olympisku nevndina IOC. Síðan OL í Beijing í 2008 hava fýra føroyingar, uppvaksnir í Føroyum, luttikið við OL. Hetta ber millum annað boð um, at støði á føroyskum ítrótti er høgt, og í summum førum í heimsklassa, sigur Bárður á Steig Nielsen í skrivinum.
Løgmaður vísir eisini til limaskapir í øðrum samanhangi, eitt nú í altjóða paralympisku nevndini IPC og altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Tí er tíðin nú búgvin til, at IOC broytir fatan, og at føroyska flaggið eisini verður at síggja á olympiskum leikvøllum, heldur hann.
Les alt skrivið á enskumher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald