Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. S-16/2017 til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi at geva kommununum fult endurgjald fyri tap í sambandi við hækkaðu fyritíðarpensjónirnar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. ??tlar løgmaður at halda lyftið, givið kommununum á fundi í Tinganesi 18. oktober 2017, at geva kommununum fult endurgjald fyri missin, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjónirnar 1.000 kr. um mánaðin?
2. Hvussu ætlar løgmaður at tryggja, at kommunurnar fáa endurgjald sambært staðfesta missinum hjá hvørjari kommunu sær?
Svar til 1 og 2:
Tað er seinastu árini vorðin siðvenja, at lógarbroytingar, ið hava munandi fíggjarliga ávirkan á kommunurnar, verða neutraliseraðar í fylgilóggávu. Eitt nú lækkaði undanfarna samgonga partin, ið landið skal rinda av rentustuðlinum og hækkaði partin hjá kommunum samsvarandi, tí at bruttofisering av almannaveitingum hevði við sær øktar skattainntøkur til kommunurnar á góðar 8 mió. kr. árliga.
Tá sitandi samgonga tók við, vóru broytingar framdar í samhaldsfasta og fólkapensjónini, ið høvdu við sær munandi meirinntøkur til kommunurnar. Samgongan valdi tó ikki at taka hetta inn aftur í fylgilóggávu. Uppskotið gagnaði serliga suðurøkinum, har lutfalsliga nógvir fólkapensjónistar búgva.
Í sambandi við broytingarnar í fyritíðarpensjónini var valt at bíða við fylgilóggávu. Orsøkin var serliga, at uppskotið til pensjónsnýskipan, ið fer at hava við sær munandi fíggjarliga ávirkan á kommunurnar, var ávegis. Eisini aðrar broytingar, ið ávirka kommunurnar fíggjarliga, eru ávegis.
Tí varð mett skilabest at bíða, til greiða var fingin á, hvat samlaða úrslitið fór at verða fyri kommunurnar. Á fundi við stýrið í Kommunufelagnum 18. oktober 2017 vóru nevndu viðurskifti gjøgnumgingin.
Tann 25. oktober var uppfylgjandi fundur millum formansskapin í Kommunufelagnum og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum. Kommunurnar høvdu longu áðrenn fundin, víst á, at tær ikki vildu taka mál, ið enn ikki vóru endaliga samtykt, við í heildarmetingina av, hvørt kommunurnar fingu fleiri ella færri inntøkur samanlagt. Landsstýrið kom tí við uppskoti til loysn, ið sá burtur frá øllum málum, ið enn ikki vóru samtykt. Tað stóð kommununum í boði at fáa endurgjald á 13,5 mió. kr., sum skuldi rindast kommunum eftir talinum av fyritíðarpensjónistum. Upphæddin samsvaraði við samlaða árliga missin, sum kommunurnar fóru at hava í 2018, um ætlaðu broytingarnar í fyritíðarpensjón og samtykta umleggingin av pensjónunum í 2016 vórðu lagdar saman. Endurgjaldið skuldi tryggja, at kommunurnar fingu minst somu inntøkur í 2018, sum uttan hesar broytingar. Síðan var ætlanin, at ein nýggjur fundur skuldi verða aftaná, at pensjónsnýskipanin og onnur lógarmál, ið eftir ætlan komu at geva kommununum fleiri inntøkur, vórðu samtykt. Tá skuldi aftur gerast upp, hvat samlaða úrslitið varð fyri kommunurnar.
Kommunufelagið tók ikki undir við hesum, og sostatt bleiv onki endurgjald játtað í 2018.
Men málið hjá landsstýrinum er framvegis, at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu. Tá lógarmálini, sum nú eru í Løgtinginum, eru viðgjørd og samtykt av Løgtinginum, verður greitt, hvør samlaða ávirkanin verður á kommunurnar. Tá er ætlanin at taka málið upp aftur við kommunurnar.
Í Tinganesi, 23. mars 2018
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald