Politikkur

Løgmaður setir ikki ráðstevnu

...

2018-04-27 10:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, skuldi eftir ætlan seta eina ráðstevnu hjá Føroya Pro Vita í dag, men hevur valt at taka seg aftur. Løgmaður greiðir soleiðis frá:

- Seinnapartin mikudagin fekk eg eina munnliga áheitan frá felagsskapinum Føroya Pro Vita um at seta eina ráðstevnu, tey skipaðu fyri. Eg avgjørdi at takka ja, tí eg haldi sum løgmaður, at tað er týdningarmikið at koma á tal við allar føroyingar og føroyskar felagsskapir ??? ikki minst tey, sum tú ikki ert heilt samdur við. Tá ið eg játtaði at seta ráðstevnuna, gáaði eg ikki eftir, hvørjir fyrilestrarhaldararnir vóru. Eg eri nú gjørdur varugur við, at millum fyrilestrarhaldararnar á ráðstevnuni verður ein, ið hevur so víðgongd og harðrend sjónarmið, at hann rør framundir, at yvirgangsatsóknin á Utøya var Guds revsing fyri norsku fosturtøkulógina. Her er talan um sjónarmið, sum stríða so grundleggjandi ímóti tí, sum eg standi fyri, at eg havi valt ikki at seta ráðstevnuna. Eg vil ikki vera andlitið úteftir á eini ráðstevnu, har slík sjónarmið eru í miðdeplinum. Hesum havi eg boðað Føroya Pro Vita frá í morgun. Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Aksel Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder