So hendið tað aftur. Løgmaður noktar at svara spurningi frá løgtingsfólki. Hesuferð í málinum um tey átøk, ið skulu til, fyri at fáa Oyggjaleikirnar heim til Føroya aftur. Hetta hendir enntá, hóast Løgmaður varar av føroyskum ítrótti. Og hóast Løgmaður er vitandi um, at skal eydnast at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, so mugu landsstýrið og politiska skipanin vera týðandi partar av hesum. Hóast hetta, so noktar Løgmaður at svara spurningum um málið. Hetta kann ikki góðtakast.
ÍSF ger onki einsamalt
Tí heldur enn at átaka sær ábyrgd, so blakar Løgmaður alla ábyrgd á Ítróttasamband Føroya (ÍSF), tá umræður at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Hetta er alt annað enn nøktandi. Tað er ikki uttan orsøk, at ÍSF mátti taka aftur umsóknina um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, og tað er heldur ikki uttan orsøk, at ÍSF hevur fráboðað, at ongin umsókn verður latin inn til Oyggjaleikafelagsskapin um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021. Orsøkin er, at skulu Føroyar kunna fáa undirtøku fyri eini umsókn er neyðugt, at landsstýrið og øll tann politiska skipanin mugu standa saman um hetta, og í verki vísa hetta við greiðum avtalum mótvegis Oyggjaleikafelagsskapinum Hetta er ikki hent á nøktandi hátt enn.
Landsstýrið situr hendur í favn
Men landsstýrið og løgmaður velja tíverri heldur at sita hendur í favn. Tí hóast landsstýrið hevur havt um 2 ár síðan umsóknin at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019 varð tikin aftur, og hóast landsstýrið veit, hvat ÍSF hevur tørv á, fyri at kunna senda umsókn avstað, so eru framvegis ongi útlit fyri, at landsstýrið ger nakað fyri, at vit kunnu fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021.
Freist at søkja í september í ár
Nú hastar málið av álvara. Tí skulu Føroyar fáa Oyggjaleikirnar í 2021, so er neyðugt at lata inn umsókn í seinasta lagi í september í ár. Í verandi støðu hevur ÍSF fráboðað, at ongin umsókn verður latin inn. Orsøkin er, at enn sum áður eru fyritreytirnar ikki fingnar í rættlag.
Hóast hetta, so ber Løgmaður seg nú undan at svara spurningum um, hvat landsstýrið vil gera, fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Hetta er eitt stórt vónbrot. Skilji als ikki, hví landsstýrið og Løgmaður eru so lítið áhugað í hesum.
4.000 fólk luttaka í Oyggjaleikum
Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir ??? hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir ??? eisini kasta av sær til alt samfelagið. Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015.
So mugu onnur taka ábyrgd og savna flokkarnar
Landsstýrið átti sjálvandi, at savnað umboð fyri allar flokkar á Løgtingi fyri - saman við ÍSF - at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya.
Men her hendir onki. Og nú roynt verður at rætta hondina út til landsstýrið, fyri saman at fáa gongd á málið, so vil Løgmaður enntá ikki svara spurningi um, hvørt hann ætlar at kalla politisku flokkarnar inn fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021. Vísir bara til ÍSF. Tíverri rennur Løgmaður undan ábyrgd í hesum máli.
Men tá Løgmaður ikki vil, so má onkur annar. Fari í næstum at kalla umboð fyri flokkarnar saman, so vit - saman við ÍSF - fáa tikið neyðug stig fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya sum skjótast. Nú er nokk bíðað.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald